B68 er nú nummar fýra í 1.deild - í løtuni flytir bara eitt lið úr EFFO

ítróttur23-09-2017 - 19:55 - Jóanis Albert Nielsen
Í dag hava fýra dystir verið í 1. deild, og eftir dagsins umfar sær tað út til, at bert tað eina liðið flytir úr 1. deild og upp í EFFO-deildina.

B68 ið er annað av liðnum sum enn er við í stríðnum um uppflyting úr 1. deild og í EFFO-deildina var undan dagsins dystum nummar tvey í 1. deild. B68 er nú nummar fýra eftir javnleikin hjá teimum í dag. B68 var á vitjan hjá TB/FCS/Royn, og spældu liðini ein 3-3 javnleik.

AB var í dag á vitjan hjá Giza Hoyvík og vunnu teir dystin 1-4, og eru oddalið við 11 stigum. AB verður at síggja í EFFO-deildini komandi ár.

Sum støðan sær út í løtuni, er er bert ÍF ið flytir út EFFO-deildini. Fyri at eitt annað lið eisini skal flyta niður úr EFFO-deildini, so má B68 enda sum nummar 2 ella 3. Tí Víkingur og KÍ hava bæði lið í EFFO-deildini.

Støðan í 1. deild:
1. AB 23 dystir 55 stig
2. Víkingur 24 dystir 44 stig
3. KÍ 23. dystir 43 stig
4. B68 24. dystir 43 stig
5. HB 24. dystir 33 stig
6. NSÍ 23 dystir 33 stig
7. Giza Hoyvík 24. dystir 29 stig
8. TB/FCS/Royn 23 dystir 28 stig
9. B36 24 dystir 24 stig
10. ÍF 24 dystir 0 stig