Á myndini síggjast Annika Olsen, borgarstjóri, Elin H. Joensen, forseti í ÍSF, Jon Hestoy, varaforseti í ÍSF, Petur Mittún, aðalskrivari í ÍSF, og Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðarii Tórshavnar kommunu.

Avtala undirskrivað um ÍSF-hús

politikkur17-06-2019 - 15:31 - Jóanis Nielsen

Avtala undirskrivað um ÍSF-hús

Í dag hava Tórshavnar kommuna og Ítróttasamband Føroya skrivað undir tvær avtalur um verandi og komandi ÍSF-húsið.

Í løtuni verður langhylurin í Gundadali lagdur til rættis. Langhylurin verður staðsettur vestan fyri verandi svimjihøll í Gundadali, har ÍSF-húsið stendur í dag. Í avtaluni, sum varð undirskrivað í dag, yvirtekur Tórshavnar kommuna bygningin á sumri 2020 og rindar ÍSF 5 mió. kr. í endurgjaldi fyri húsið.

Samstundis hava partarnir skrivað undir ætlanarskriv um leiguavtalu um lendi til at byggja nýtt ÍSF-hús suður úr og fram við parti av vestara skýli við ovara vøll í Gundadali.

Við hesum er enn eitt týðandi stig tikið fram ímóti, at ÍSF kann fáa góðar karmar til egið virksemið og tað hjá mongu ser- og menningarsambondunum. Harumframt er enn ein týðandi fyritreyt fyri, at langhylurin verður bygdur, komin uppá pláss.

Kelda: Tórshavn.fo