Avmonteri nú ikki høvdið, bara av einum filmsbrotið

top14-09-2018 - 11:00 - Jóanis Albert Nielsen

Vælsignaðu tit! Avmonteri nú ikki høvdið, bara av einum filmsbrotið, sum er lagt út av einum persóni, sum á ongan hátt ynskir okkum væl!

Lat meg byrja við at siga, at tað á onganhátt er nøktandi, at ein persónur sum ikki dugir at avlíva ein hval, sum tann á filmsbrotinum, heldur seg til at avlíva uttan hjálp. Tað var betri, um hann átók sær aðra uppgávu enn at avlíva.

Men hatta er tíanverri ikki fyrstuferð at man sær slíkt í einum grindadrápið. Serliga eftir at nýggja fjákuta lógin sum krevur, at man skal hava certificat fyri at drepa hval, er tað blivið heilt galið.
Tí í somu løtu sum lógin bleiv sett í verk, bleiv tað knappliga ein hópur av fólkið, sum ikki egna seg at drepa, sum bjóða seg fram og fara avstað við tøku mønustingarunum.
Tað er ein kampur um at fáa mønustingararnar, við tí úrslitið, at fólk, sum duga sera væl at avlíva, mugu javnan taka til takkar við aðrar uppgávur á sandinum, í staðin fyri at avlíva og skilið verður sum á filmsbrotinum.
Loyvi mær at fara so langt sum at pástanda, at nøkur av hesum fólkunum ið eru vælvand við at avlíva og sum ikki fáa mønustingara høvdu verði skjótari at avlíva við at skera á háls, enn ein, sum ikki dugir at stinga.

Um tit hava verði nógvi í grind, so vita tit, at tað ikki altíð er soleiðis, at tað gongur sum ætla. Tað er so sera nógv sum kann spæla inn og gera drápið komplisera.
Altavgerðandi fyri einum væl eydnaðum drápið er, er at fortreytirnar fyri at halda grindini/springarunum til eru so góðar sum gjørligt.
Umframt tað eg havi nevnt omanfyri, so kann man seta spurnaðartekin við um tað var nokk av fólkið á sandinum handan dagin springarirnir blivu hildnir til, tí tað tekur also eina góða løtu at avlíva 210 springarar!
Hyggur man eftir tíðini tað tók at avlíva springararnar, so sær man, at tað hevur gingið rættuliga væl at avlíva, hóast at tað allarhelst hevði gingið munandi skjótari, um tað vóru fleiri fólki við í drápinum. Og allarhelst enn skjótari, um fólkið sum var við í drápinum beinanvegin fekk loyvi at avlíva við knívi.

Tað er hasin eini springarin, ella kansa eini 5 aftrat, sum blivu seigpíndir. Tað er sjálvandi ikki gott nokk, men allarhelst eru hinir 205 springarirnir avlívaðir skjótt og væl.
Tað er tað man burdi sett fokus á og ikki at skrúva høvdi av og hoppa við báðum beinum út av eggjuni av hasi Sea Sheperd probagandaini.

Og jú, vit skulu halda áfram at drepa springara, so leingið sum tað gevur meining! Gevur tað meining at drepa djór til føði, so gevur tað væl eisini meining at drepa springara.
Tó at eg skjótt kann verða samdur í, at tað er tað bera fjas at drepa nakrar heilt fáar springarar fyri at smábýta til eina stóra mannafjøld, so gevur tað also góða meining at drepa 210 springarar, tí teir metta also eina asins rúgvu av fólki, tí kann tað drepast.

Viðvíkjandi burðadyggheit, so er tað sera lítið sum talar fyri at stovnurin er í vanda av okkara nýtslu. So fyri tað kunna vit drepa.

Tað er ikki tí at kanningarnar hjá Pál Weihe ávirka meg nakað sum helst, at eg nevni hetta. Men kanningar vísa, at jú størri djóri í sjóðnum eru, jú meira eru tey dálkaði.
Tí burdi folkini sum tíanverri taka undir við tilmælunum frá Pál, sæð nakað gott í at vit drepa hetta hvalaslagið. Tí tað er munandi minni í stødd enn grindahvalur og harvið eisini minni dálka. Tað burdi verði søtur tónleikur, at vit fáa minni dálka spik og tvøst við at drepa springara.

Til síðst, men kanska viktigasta av øllum. So er tað alt umráðandi, at vit ikki lata handan filmin frá Sea Sheperd fáa so stóra ávirkan á okkum, at vit bukka undir trýðsti frá Sea Sheperd, ella fyri umheiminum sum heild. Tí gera vit tað, so grava vit okkara egnu grøv.
Eitt er púra vist, at pengakassin hjá Paul Watson fer at floyma yvir, um vit geva Paul møgulleikan at fara út við slagorðum um, at hann hevur vunið fyrsta slagið, tí tá er tað bara ein spurningur um tíð til hann eisini vinnur tað seinna eisini.

Jóan Petur Joensen