Avloysari til Visit Vágar

Lýsing19-04-2018 - 22:00 - Jóanis Albert Nielsen

Søkt verður eftir avloysara til kunningardiskin á flogvøllinum at byrja 15. mai 2018 ella eftir nærri avtalu. Starvið er tíðaravmarkað til 31. august 2018, men við møguleika fyri at halda fram.

Arbeiðið fevnir í høvðusheitum um at vegleiða og kunna ferðafólk sum koma og fara um flogvøllin, og veita tænastu til kundar hjá Visit Vágar og kunningardiskinum.
Talan er um fulltíðar starv men í skiftandi arbeiðstíðum. Arbeiðstíðirnar eru í samband við komu og fráferðir hjá flogførum.

Um teg:

Tú dámar væl at arbeiða við fólki og kundatænastu, og hevur áhuga í ferðavinnu. Tú trívist at arbeiða skiftandi arbeiðstíðir. Tú ert ágrýtin og tænastusinnað/ur og hevur lætt við at samskifta við kundar og samstarvsfelagar. Tú ert stinn/ur í føroyskum, norðurlendskum og enskum í talu og skrift. Tú leggur stóran dent á at veita eina góða tænastu, og hevur lætt við at kunna teg um og at leita fram upplýsingar sum kundanum tørvar. Tú hevur góðar telduførleikar, og starvsroyndir frá tænastuvinnu og útbúgving frá miðnám er ein fyrimunur.

Umsókn:

Skrivlig umsókn við avritum av møguligum prógvum, cv, viðmælum v.m. skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin, 07. mai 2018.
Umsóknin skal sendast til:
Visit Vágar
Flogvøllurin 2
380 Sørvágur
ella á teldupost: solvi@visitvagar.fo

Spurningar:

Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Sølva Simonarson, leiðara á Visit Vágar, á telefon 267549 ella solvi@visitvagar.fo