Avloysarar til barnagarðin Alvalon í Sørvági

Lýsing17-09-2019 - 13:02 -

Hey tú! Ja tú!!

Ert tú ein opin og fyrikomandi persónur? Ert tú fleksibul og hevur góð samstarvsevnið? Vilt tú verða við til at gera dagligdagin hjá fleiri børnum góðan, tryggan og spennandi? So er tað júst tær vit hava brúk fyri!

Vit í Alvalon hava tørv á avloysarum at byrja skjótast tilber. Um hetta hevur skapt tín áhuga ella tú vilt hava meir at vita um stovnin, so ert tú meir enn vælkomin at koma forbí at tosa við okkum ella at ringja til okkum.

Vit gleða okkum at hoyra frá tær

Vh

Claus A. Rasmussen, Leiðari Tlf. 233240

Vivian Joensen, Varaleiðari Tlf. 233237

www.alvalon.fo