Avleiðingar fyri Faroe Origin í Runavík av nýskipan av fiskivinnuni

vinna13-03-2017 - 20:26 - Jóanis Nielsen

Nakað um broytingarnar, sum uppskotið um nýskipan av fiskivinnuni koma at hava á okkara arbeiðspláss, Faroe Origin, um tað verður samtykt, sum tað stendur nú.

Fyrst um eigara viðurskiftini: Eingin fær loyvi at eiga meir enn 12% av tilfeinginum. Hetta rakar beinleiðis eigararnar hjá Faroe Origin, tí teir eiga yvir 12% av samlaða tilfeinginum. Eigaranir eru p/f Varðin, Framherji og Samherji. Um tey skulu halda fram, eru tey noydd at selja fyri at koma niður á 12% av samlaða tilfeinginum og sjálvandi selja tey tann partin, sum gevur teimum sum eigarar minst avkast, hóast flest starvsfólk eru har. Tað merkir, at í fyrst lagi 237 størv verða mist á flakavirkinum í Runavík, á Toftum og í ísvirkinum á Toftum umframt størv umborð á 6 skipum. Avleiðingarnar av hesum eru eisini, at aðrar tænastuvinnur í Eysturoynni, so sum radiomekanikarar, smiðir, elektrikarar, lastbilafyritøkur, heilsølur, handilsvinna, Runavíkar Havn, Tofta Havn og kommunurnar og fleiri koma at kenna sviðan av hesum.

Ein fyritøka fer ikki longur at hava loyvi at eiga meir enn 15% av botnfiska-tilfeinginum. Taka vit tey trý pørini hjá Faroe Origin, so fiskaðu tey uml. 37% av allari upsaveiðuni undir Føroyum í 2016, men nú kemur ein avmarking, sum ger, at virkið bert kann eiga eitt par av trolarum.

60% reglan kemur at gera, at eitt par, sum skal landa, má landa 60% av veiðini yvir uppboðssøluna. T.v.s. at eitt flakavirki, sum Faroe Origin, bert ræður yvir 40% av veiðini hjá hesum eina parinum, sum tað verður loyvt at eiga eftir sambart nýskipanini av fiskivinnuni. Tað ger tað trupult at gera og halda langtíðar avtalur.

Hetta vil viðføra, at danir og aðrir útlendingar vilja keypa allan tann feskasta fiskin, og vit sita eftir við tí elsta og versta fiskinum.

Flakavirkið í Runavík virkaði uml. 8600 tons av frystum og feskum fiskavørum/upsa í 2016. Fyri at selja hendan fisk og fáa mest møguligan vinning, krevst at fyritøkan er toluliga stór og leverar stabilt. Vit gera handilsavtalur, sum vara upp í eitt ár á gangin, og hetta gerst bert, um vit hava minst trý pør, tí tað ger, at vit kunnu stýra, nær hesi landa til virkið og tískil hava javna tilgongd av vørum og javnt arbeiði á virkinum.

Útjavningin av fiskiloyvum rakar núverandi vinnuna meint, tí fiskiloyvini eru dýrt keypt frá júst nøkrum av teimum plássunum, sum politiska skipanin nú ætlar at javna út aftur til. Seljararnir av hesum fiskiloyvum seinastu 20 árini kunnu nú vænta at fáa hesi loyvi aftur bíligari enn tey hava selt tey fyri, tí ein sokallað útjavning verður mett at skapa arbeiðspláss. Men tá verandi arbeiðspláss longu eru til, so missa nøkur arbeiði fyri at onnur útvald kunnu fáa somu arbeiði. Upparbeidda vitanin og professionalisman innan vinnuna verða niðurbrotin og tað tekur nógva tíð og orku at byggja hetta uppaftur. Tað vita vit av royndum, m.a. tá Fiskavirking fór av knóranum.

Varandi skipan av botnfiskaveiðu riggar toluliga væl, hví ikki gera nakrar justeringar?

1. Øll fiskiskip fáa fiskidagar tillutaðar frá landinum

2. Um ov nógvir óbrúktir fiskidagar eru í skipanini, so kann landið taka teir dagarnar inn og selja teir út aftur, um stovnurin tolir meira fiskiskap. Hendan søla kundi verið skipað, so at t.d. 20 dagar kunnu keypast í senn og ikki skal verða loyvt at selja hesar dagar víðari.

3. Um ein reiðari gevst at reka fiskivinnu, so skal fiskiloyvi latast inn og landið selja tað víðari. Inntøkurnar av hesum skulu fyrst fara til at dekka útreiðslur og skuld hjá reiðarínum. Eitt eventuelt avlop kundi verið hart skattað.

4. Eitt tilfeingisgjald pr kilo av veiddum fiski skal gjaldast til landið

Hvat við at roynt hesi uppskot í eini fimm ár og síðani mett um, hvussu hetta hevur riggað, heldur enn at kollvelta alla fiskivinnuna her og nú?

Ingi Hansen

Útgerðarmaður hjá Faroe Origin