Tilvildarlig mynd.

Avleiðingar av fiskivinnunýskipanini

top24-03-2017 - 14:34 - Jóanis Nielsen

Undirritaðu feløg vilja hervið gera vart við, at um nýskipanaruppskotið verður samtykt í verandi líki, fara okkara limir, sum dagliga starvast í fiskivinnuni bæði á landi og á sjógvi, at missa arbeiðið. Hetta vil, sum vera man, eisini ávirka aðra avleidda vinnu í økinum.

Orsøkin til hetta er serliga tær nógvu ásetingarnar og avmarkingar í uppskotinum, so sum uppboðssøla av fiskirættindum, kravd uppboðssøla av 60% av veiddum fiski, 15 % avmarking av botnfiski, 12 % avmarking av øllum fiskirættindum og framtíðar niðurlaging av verandi fiskirættindum.

Arbeiðarafelagið Hæddin

Nes sóknar Handverkarafelag

Fuglafjarðar Handverkarafelag