Avhending av Skúlanum við Streymin

mentan15-09-2020 - 13:36 - Jóanis Nielsen

Í gjár - 14. september 2020, varð nýggi Skúlin við Streymin handaður Sunda kommunu.

Talan er um størsta bygging nakrantíð í Sunda kommunu.

Skúlin og nýggja ítróttarhøllin eru tilsamans 3.200 fermetrar til støddar. Samanvið verandi byningum er nú rúm fyri øllum næmingum í kommununi.

Í nýggja skúlanum eru felagshølið, kantina, bókasavn, lærarastovur og 6 skúlastovur. Ítróttarhøllin, sum er nakað seinkað orsaka corona, verður handað kommununi innan ein mánaða.

Nú verður farið undir at flyta innbúgv inn og seta listina upp. Eftir ætlan verður skúlin tikin í nýtslu miðskeiðis í oktober mánaða í ár.

Kommunan fegnast um, at kunna taka ímóti hesum megnar byggiavrikið sum sp/f Joen Petur Vang, byggimeistari hevur bygt.

Samlaða verkætlanin liggur um 110 milliónir krónur.