Avgjaldsøði Løgmans er uttan heimild

politikkur23-12-2016 - 15:15 - Jóanis Nielsen

At løgmaður við einum pennastroki ger Vágatunnilin til eina pengamaskinu hjá Skatta- og avgjaldssamgonguni, er í stríð við bæði lógina um Vágatunnilin og við Stýrisskipan Føroya.

Samb. Grein 5 í lógini um Vágatunnilin, hevur felagið rætt at krevja nýtslugjøld. Í serligu viðmerkingunum er útgreinað, hvat henda heimild gevur loyvi at krevja inn til. Har stendur “Nýtslugjøldini skulu fíggja bæði afturgjaldingina av lánunum til byggingina og raksturin av vegunum og tunnlinum.” Víðari stendur, at: “Landsstýrismaðurin hevur ongar heimildir til áseting av støddini á nýtslugjøldunum.”

Tað er sostatt eingin heimild hjá Løgmanni ella landsstýrimanni at krevja nýtslugjøld til annað enn lánini og raksturin. Um Løgmaður nú ynskir at gera Vágatunnilin til eina pengamaskinu hjá Skatta- og avgjaldssamgonuni, so skal løgtingslóg til.

Í Stýrisskipanarlógini stendur púra greitt, at ”Eingin beinleiðis ella óbeinleiðis skattur má verða álagdur, broyttur ella avtikin uttan við løgtingslóg.”

Tá nýtslugjaldið nú skal nýtast til annað enn lógin heimilar, so er talan um ein nýggjan óbeinleiðis skatt. Hetta er í stríð við bæði lóg um Vágatunnilin og við Stýrisskipan Føroya.

Jørgen Niclasen

Tingmaður fyri Fólkaflokkin​