Ávaring um koyrilíkindini

06-12-2017 - 17:44 - Jóanis Nielsen

VEÐRIÐ: Nú boðað verður frá so ringum veðri í nátt og í morgin við nógvum vindi og eisini kavaavfalli, heita Politiið og Landsverk í felag á bilførarar um at ansa sær í ferðsluni.

Roknast kann við, at summir vegir verða stongdir longu fyrrapartin í morgin. Mælt verður tí til at fylgja væl við í miðlunum, hvat sagt verður um veðrið og koyrilíkindini.

Landsverk og Politiið