Ávaring - Teldusníkar geva seg út fyri at vera Netflix og Apple

Vinna13-10-2017 - 09:00 - Jóanis Albert Nielsen

Betri: Teldusníkar gevast ongantíð, og í løtuni royna teir seg við teldupostum, har teir geva seg út fyri at vera eitt nú Netflix ella Apple.

Umráðandi er ikki at svara teldupostum og ikki at fylgja leinkjum í teldupostum. Verður tú t.d. í einum telduposti biðin um at dagføra kortupplýsingar, sum liggja inni hjá Netflix, skalt tú ikki fylgja leinkjuni í teldupostinum. Far heldur inn á heimasíðuna ella Netflix appina, logga á og kanna um upplýsingarnar eru rættar.

Somuleiðis um tú fært ein teldupost frá Apple, sum sigur, at eitt keyp er framt við tínum korti, men tú kanst strika tað við at fylgja eini leinkju. Lat tá vera við at trýsta á leinkjuna, far heldur inn og kekka, um eitt slíkt keyp er framt.

Meginreglan er ongantíð at fylgja leinkjum í teldupostum.

Um illa vil til og skaðin er hendur, er best at seta seg í samband við bankan beinanvegin.