Átta tilburðir í gjár

corona23-09-2021 - 13:50 - Jóanis Nielsen

Í gjár vóru átta nýggir tilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Allir persónarnir eru smittaðir í Føroyum. Í fýra førum er smittukeldan kend, í hinum fýra førunum er smittukeldan ikki kend.

1200 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 46 smittað í Føroyum