Atlantic: - Vit arbeiða við at flúgva til Amsterdam

Vinna11-10-2018 - 16:12 - Jóanis Albert Nielsen
Fyrr í vikuni skrivaði in.fo, at Atlantic Airways skal flúgva til Amsterdam í summar. In.fo hevði ikki fingið tað vátta frá Atlantic Airways. Nú sigur Pætur Rasmussen við Check-in.dk,at Atlantic Airways ætlar at flúgva til Amsterdam í summar, men enn eru ikki øll loyvi komin uppá pláss at flúgva til Amsterdam. Pætur er Network and Charter Manager hjá Atlantic Airways.

Check-in.dk skrivar at Atlantic skal flúgva til Amsterdam 3 ferðir um vikuna, les meira her.