Atlantic Mission og Juvél 2 - Páskamissión í Innaru Hebridunum

mentan11-03-2019 - 10:56 - Jóanis Nielsen

Kristiliga Tíðindatænastan:


Atlantic Mission fer aftur í ár á trúboðaraferð við missiónsskipinum Júvél 2. Hetta er níggjunda missiónstiltakið hjá Atlantic Mission. Fyrsta ferðin, sum varð gjørd, var í 2011, tá farið var til Lerwick Í Hetlandi. Síðani tá hevur Atlantic Mission við Juvél 2 vitjað fleiri ferðir bæði í Hetlandi, Hebridunum, Orknoyggjunum og nú á oynni Mull í Innaru Hebridunum. Eisini hevur verið vitjað í Norra og í Íslandi. Hetta er fyrsta vitjan hjá Juvél 2 í Innaru Hebridunum – ein søgulig vitjan!

Oyggin Mull er ein avsíðisliggjandi oyggj í Innaru Hebridunum har umleið 3.000 fólk búgva í smáum bygdaløgum runt um á oynni. Størsti býurin eitur Tobermory har 1.500 fólk búgva. Kajpláss og atløgumøguleikar hjá skipum er ikki av teim frægastu, men tað sær út sum, at Juvél 2 fer at kunna liggja við eina nýframleidda flótibrúgv í býnum Tobermory.

ALMENN MÓTTØKA

Tá komið verður til Tobermory verður almenn móttøka á bryggjuni, har hægsta umboði fyri Skotsku myndugleikarnar fer at taka ímóti og hava vælkomurøðu fyri Juvél og manningini. Kristiliga Tíðindasendingin spurdi Páll á Lakjuni, ein av leiðarunum í Atlantic Mission, hvønn týdning ein almenn móttøka hevur. Hann segði m .a. “Ein almenn móttøka skapar áhuga fyri vitjanini millum fólkið!”

Hesin túrurin hjá Juvél 2 kann kallast ein páskatúrur, tí skipið fer úr Føroyum miðskeiðis í apríl og kemur at liggja í Mull um páskahøgtíðina. Ætlanin er at fara við innbjóðingum og traktatum í hvørt hús á oynni at bjóða íbúgvunum til møtir og barnamøtir, sum bæði vera í landi og umborð. Skipið verður opið hvønn dag, og fólk eru vælkomin umborð til eitt prát og ein føroyskan drekkamunn.

Juvél 2 fer úr Føroyum beint undan Pálmasunnudegi og verður aftur í Føroyum fyrst i mai, og tá verður gjørt klárt til ein drúgvan og langan missiónstúr til Grønlands, har kósin verður sett móti Thule, sum liggur heilt har norðuri í Grønlandi. Hetta verður fyrsta vitjanin hjá Juvél 2 í Thule. Tað er Óli Steinberg, sum skipar fyri Missión-Grønland.

MAKEDONISKT MASKINMEISTARARÓP

Óli Steinberg sigur annars við Kristiligu Tíðindasendingina, at teir hava ikki maskinmeistara til allar 4 mánaðarnar í ár. Hann sigur, at teir hava tørv á maskinmeistara í tíðarskeiðinum 27. mai til 04. juli og frá 12. august til 18. september. Møguleiki er at býta tíðina ímillum sín eftir egnum ynski. Um onkur ynskir at vita meir um hetta, er ein vælkomin at ringja til Óla Steinberg á telefon 275218 ella 457901