Atlantic Airways fer møguliga at flúgva beinleiðis til New York í heyst

vinna15-12-2018 - 19:20 - Jóanis Nielsen

 Vit hava spurt stjóran í Atlantic Airways, um felagið fer at flúgva beinleiðis til New York.

Altíð frintliga Jóhanna á Bergi svarar: Ja, vit hava júst søkt um loyvi og bíða eftir svari nú. Hugsa um at gera nakrar fáar beinleiðis túrar á heysti 2019.

Men hon leggur afturat, annars eru framvegis góðir møguleikar at flúgva m.a. umvegis Keflavík til USA alt árið. Sjálvandi er tað nakað serligt at binda Vágar og NYC beinleiðis, sigur Jóhanna á Bergi.