Ársins mál í EFFO-deildini 2017 skal nú kjosast. Fimm mál eru tilnevnd, og vinnarin verður kunngjørdur sunnudagin 31. desember - Mynd: www.fsf.fo

Atkvøðugreiðsla: Ársins mál 2017

ítróttur27-12-2017 - 12:21 - Jóanis Albert Nielsen

FSF: Árið er um at enda og tíðin er nú búgvin til at kjósa Ársins mál 2017 í EFFO-deildini. Av teimum tilsamans 409 málunum, ið vórðu skoraði í fremstu deildini í ár, eru fimm tilnevnd at gerast ársins mál.

Tilsamans 409 mál vórðu skoraði í fremstu deildini hjá monnum í ár, og í fleiri førum var talan um rættuliga góð mál. Og nú er tíðin komin, at Ársins Mál 2017, skoraði í EFFO-deildini, skal kjósast.


Av teimum 409 málunum, ið vórðu skoraði, eru fimm tilnevnd til ársins mál. Nú er so upp til tey fótbóltsáhugaðu at avgera, hvør skal vinna heiðurin at hava gjørt besta málið í EFFO-deildini 2017.

Atkvøðurnar kunnu avgreiðast her:Atkvøðugreiðsla / Ársins mál 2017

Atkvøðugreiðslan verður skipað soleiðis, at atkvøðurnar á heimasíðuni telja 50 prosent, meðan atkvøðurnar hjá Serfrøðingunum, Jákupi Ósá, Leivi Frederiksen og Trónda Arge telja 50 prosent.

Atkvøðugreiðslan endar leygardagin 30. desember, og væntandi kunnu vit kunngera vinnarin á ársins síðsta degi, sunnudagin 31. desember.