Atgongumerkjasølan er byrjað

ítróttur24-09-2021 - 12:35 - Jóanis Nielsen

 Sølan av atgongumerkjum til heimadystirnar hjá A-landsliðnum við monnum í oktober mánað, sum eru móti Eysturríki og Skotlandi, er byrjað, og fer fram í Nethandilinum á FSF.fo

A-landsliðið við monnum skal spæla tveir HM-undankappingardystir á heimavølli í oktober mánað.

Leygardagin 9. oktober spæla Føroyar og Eysturríki, og tríggjar dagar seinni, týsdagin 12. oktober koma skotar á vitjan. Báðar dagar er avspark klokkan 19:45.

Atgongumerkjasølan til komandi dystir er byrjað, og fer fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Fyri hvørja bílegging ber til at keypa upp til 8 atgongumerki. Í samband við keypið skal upplýsast navn, telefonnummar og teldupostur hjá hvørjum einstøkum persóni.

Á Tórsvølli er pláss fyri beint omanfyri 5.000 áskoðarum. 

Kostnaður
Bólkur 103-106: 200 kr.
Bólkur 107 og 108: 150 kr.
Bólkur 109, 110, 112 og 113: 100 kr.

Serligar treytir viðvíkjandi Covid-19 í sambandi við altjóða dystir á Tórsvølli
UEFA hevur undir nærri ásettumi treytum loyvt, at áskoðarar aftur kunnu vera til altjóða dystir. Fyri at lúka hesar treytir hevur Fótbóltssamband Føroya ásett treytir viðvíkjandi Covid-19 á Tórsvølli.

Endamálið við hesum treytum er at minka mest møguligt um smittuvandan. Tað er sera umráðandi fyri okkum, at trygdin hjá gestum okkara er í hásæti.

Vit fylgja tilmælum og leiðreglunum frá landsmyndugleikunum og hava sett fleiri tiltøk í verk, so áskoðarar kunnu kenna seg tryggar. Tað er tó samstundis av alstórum týdningi, at allir áskoðarar halda fylgjandi treytir:

– Áskoðarar, ið eru sjúkir av Covid-19, hava Covid-19 sjúkueyðkenni ella eru í sóttarhaldi, sleppa ikki til dyst á Tórsvølli.

– Allir áskoðarar hava skyldu til at halda frástøðu á í minsta lagi 1 metur. Hetta er serliga týdningarmikið at minnast til, tá ein stendur í bíðirøð til eitt nú at sleppa inn á Tórsvølli ella við vesi og sølubúðir.

– Allir áskoðarar hava skyldu til einans at brúka sítt ávísta pláss. Áskoðarar skulu bæði áðrenn og undir dystinum halda seg til ávísta plássið, tó undantikið um ein skal nýta vesi ella sølubúð.

– Allir áskoðarar hava skyldu til at hava gott reinføri, herundir at nýta hondspritt, bæði við inngongdina og vesi.

– Allir áskoðarar hava skyldu til at avmarka kropsligt samband við onnur sum til dømis lógvatak og klemm (hetta er eisini galdandi í samband við møguligan fagnað í samband við eitt nú mál).

Tað er samstundis týdningarmikið, at allir áskoðarar kanna, hvør inngongd skal nýtast og halda seg til tær avmarkingar, sum eru á og kring Tórsvøll í samband við dystin.

Staðfesting av Covid-19 eftir vitjan á Tórsvølli
Um ein áskoðari fær staðfest Covid-19 eftir vitjan á Tórsvølli hevur viðkomandi skyldu til at boða Landslæknanum frá hesum, og fær Landslæknin í sambandi við smittusporan eftir umbøn útflýggjað nærri upplýsingar frá Fótbóltssambandi Føroya um, hvørjir persónar, ið hava verið á Tórsvølli í samband við dystin.