Liðskiparin á føroyska landsliðnum, Atli Gregersen í samrøðu við FSF Varpið - Mynd: www.FSF.fo

Atfinningarnar skulu vera sakligar

ítróttur25-03-2019 - 10:30 - Jóanis Albert Nielsen

FSF: Atli Gregersen skilur og kann saktans góðtaka atfinningarnar, ið koma yvir føroyska liðið eftir 2-1 tapið fyri Malta. Men tær skulu bara vera sakligar, og tað eru tær møguliga ikki altíð.

Fyrrapartin sunnudagin vandi føroyska landsliðið á Centenary Stadion á Malta, áðrenn kósin verður sett ímóti Rumenia tíðliga mánamorgunin.

Aftaná venjingina fekk FSF Varpið orðið á liðskiparan, Atla Gregersen, sum ætlar at brúka atfinningarnar, ið koma yvir føroyska liðið eftir 2-1 tapið fyri Malta, sum motivatión til dystin móti Rumenia.

Týsdagin 26. mars klokkan 19:45, føroyska tíð, spæla Rumenia og Føroyar á Dr. Constantin Radulesco Stadion í rumenska býnum, Cluj.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=rd6SMQ1XZso]