At savna tjóðina heldur enn spjaða hana

Politikkur07-04-2018 - 16:51 - Jóanis Albert Nielsen

Gott tjóðveldisfólk her og kring landið alt. Góðu gestir, forsetisráðharri Íslands, Katrín Jakobsdóttir, forseti Altingsins, Steingrím Sigfússon, og eisini Bjørg Eva og Lisa – hjartaliga væl komin til land okkara og Norðoya høvuðsstað.

Takk fyri, Høgni Hoydal. Sum altíð væl upplagdur formaður við sínum savnandi og hugsjónarligu orðum, kortini væl dagfestum í dagsins politikk.

Vit savnast undir herrópinum

Saman kring landið alt um eina frælsa tjóð og einar javnar og skapandi Føroyar

At savna tjóðina er endamálið hjá flokkinum!

–vit tóku við valdinum og vildu einar aðrar Føroyar, enn einar víðgongdar høgrasnaraðar Føroyar, har bert nøkur hava og fáa alt, ið kann keypast fyri pengar, ta bestu sjúkraviðgerðina, ið fæst fyri pengar, besta skúlan, bestu tryggingar, bestu eftirlønina og bestu ellisár og so framvegis, meðan meginparturin av fólkinum kom at sita við sviðið soð –ja, liva frá degi til dags og frá avrokning til avrokning. Vit minnast einsamøllu mammurnar, ið ikki megnaðu at geva børnum sínum kor, hvørt mansbarn í Føroyum hevur rætt til. Og tey sjúku og veiku mistu rættindi og stuðul, meðan onnur fingu meir. Tað var eitt tvíbýtt land, undanfarna samgonga skapti.

Og tað var okkara skylda sum flokkur at steðga hesari gongdini.

Vit hava syrgt fyri, at samfelagsvirðini koma í størri mun fólkinum til góðar. At nýfødda barnið fær longri tíð saman við mammuni/ foreldrunum, at barnafamiljan í dag hevur einar 12-14.000 meir at liva fyri, hóast andstøðan dag og dagliga rópar um øll avgjøldini.. at hugaðir fiskimenn kunnu sleppa at reka vinnu á egnum kjøli, at bústaðir kring landið verða fleiri og møguleiki hjá øllum at seta føtur undir egið ella annans borð, sum fólk sjálv ynskja tað. At tey ungu hava fleiri nýggjar útbúgvingar at velja í á Setrinum, at umhvørvismál hava fingið virðiligar lunnar, ið skulu mennast. Í millum tíggjutals góð mál, ja, so hevur sjálvt eitt rokksavn í Klaksvik fingið innivist á fíggjarlógini

Vit vilja ikki gevast, fyrr enn vit hava tryggja føroyungum øllum góða og virðiliga eftirløn, inntøkuveikum eisini!

Mangir brotasjógvar hava verið, og sundurlyndið hevur spjatt.

Eg varð spurd, um eg onga ábyrgd kendi á mær fyri mínum øki, tá sjógvarnir leikaðu á, og deyðin var í durunum í Klaksvík, í Norðoyggjum og Norðureysturøkinum øllum.

Sjálvandi kenni eg ábyrgd av vinnulívinum í Norðoyggjum. Mítt krav hevur alla tíðina verið, at vælvirkandi vinnulív, sum í áratíggjur hava ment og stríðst i hesi ofta tungu og skiftandi vinnu við alskyns avbjóðingum, tað vinnulív skuldi sleppa at virka so ótarnað sum gjørligt í einari nýggjari skipan. Tí er parturin, sum verður boðin út, so lítil, hóast nógv í samgonguni vildi havt hann at verið nógv størri. Men ongin eigur sjálvsagdan rætt til alt!

Og eg hoyri ikki til tann bólkin, ið gera fólk í fiskivinnuni til stakkaladýr. Eg havi hinvegin stórt álit á og sterka tiltrúgv til bæði fiskimannin og reiðaran. Eg ivist ikki í, at teirra ídni og dugnaskapur fer at fáa hetta at bera til. Fleiri ungir hugagóðir menn hava bíðað eftir nýskipanini, so nú er at vóna, at teimum fer at gangast væl.

Og teimum, ið royndu at fáa alt verkafólki her á staðnum upp ímóti okkum og hugsjónum okkara, at Klaksvík og flakavinna her fór at doyggja út, og arbeiðandi fjøldin var oydd, fari eg bara at siga: gangist teimum somuleiðis væl.

Ongin doyði í hungri 1. januar 2018; tvørturímóti!

Fiskivinnumenningina gleði eg meg til. Endamálið er greitt, bæði nýskapan og menning: vit skulu hava meir fyri kilo, vit skulu fara nógv betri við náttúruni og stovnunum. Eg gleðist um stóru visjónirnar við teimum fimm deplunum kring landið, sum skulu skapa bæði dugnaskap og virkismøguleikar á fleiri økjum. Tí heimurin økir alsamt eftirspurningin eftir mati, so spísikamar okkara gerst bara virðismiklari hvønn einasta dag -og tað er burðardyggan og reinan mat, vit og børn okkara hava tørv á. Og tí eru umhvørvisøkið eitt týdningarmikið ýti okkara í framtíðarpolitikki, vit mugu og skulu tora at seta umhvørvisatlit, bæði stor og smá. Vit síggja stríðið fyri vatninum á Kunoynni, fyri útlátunum í Haraldssund við nýggja kanska heimsins størsta alistøð á landi -alt stríð, sum einstaklingar, einstakar kommunur og áhugafelagsskapir stríðast fyri. Landsins myndugleikar skulu tora nógv betri, tað eru landsins lógir, ið skulu tryggja hesi viðurskifti, so vit framhaldandi hava umhvørvi reint og mat til útflutnings, sum er etandi! Og nú er náttúruverndarlógin loksins farin til hoyringar.

Eg gleðist um ta føroysku veðurtænastua, sum verður ment, so vit sjálv fara at skimast eftir veðrinum, heldur enn bert at dúva á útlendskar veðurtænastur og einstakar sera skilagóðar veðurmenn. Og ikki minst fiskirannsóknarskipið, ið saman við fiskimanninum, reiðaranum, granskaranum fer at dugna okkum øll í framtíðarmenningini og verða ein snúningsás um eina dugnaliga fiskivinnu.

Eg gleðist um Húsarhaldskúlan, sum kreftir her norðuri hava arbeitt við, og sum nú verður bygdur nýggjur. Eg fegnis um tólini á henda stolta tekniska skúla, sum nú kann skifta tól frá 80-unum út við nútímans, hóskandi tøkni.

Sjúkrahús nyskipanina, sum tryggjar okkum part av leiðsluni av øllum tí føroyska sjúkrahúsverkinum, sum nú er farin at virka. Alt inklusjón heldur enn spjaðing.

Nú veit eg, nógvir norðoyingar bíða ótolnir eftir tunlum Norður um fjall -og tað við røttum! Í fyrstu atløgu hava vit tryggjað tunlarnar styttri bíðitíð, enn undanfarna samgonga hevði sett út í kortið.

Byrgingina um Haraldssund fara vit at arbeiða við fáa knýtta upp í tunnilsgerðina 2020/21.

Nógv er eftir at gera, serliga nógv hjá Tjóðveldi. Sum nýggja aðalstjórnarkvinnan so lovandi legði fra landi við í gjárkvøldi, vit skulu endurskapa rørsluna, vit skulu hava loysingina.

Og eg skal lova tykkum fyri, at hon er so nær, sum ongantíð! Hóast alt ov kúrr á tingi saman við einum sambandskum javnaðarflokki, so verða allir hjallar fyltir, allar lastir skorðafyltar at standa á egnum beinum: nýggjar skipanir fyri fólk og vinnu, verjugarðar so góðar sum møguligt.

Tað rekur hart, bæði innan og uttan fyri tinggáttina. Spjaðingina tykist mær syrgiliga, og nýliberalisman er sanniliga heldur ikki at spæla við. Tá flokkar av fólki hálova kapitalinum uttan virðing fyri fólkinum, tá er tað, vit kunnu tykjast lítil og veik. Men rætt hava vit. At stríðast fyri fólkinum, fyri sjálvbjargni og frælsi er altíð góð og virðilig søk!

Í einari yrking í savninum Føroyingar liva ikki av fiski eina, 2003, tekur Steintór Rasmussen samanum:

Her reka nakrar oyggjar ein lítil fáment tjóð
Og bylgjur bróta inn at tíðarsandi
Eitt túsundára kvæði sum fosturlandið kvóð
Sum eigur lív í føroyingunum kring landið
Við strondina tín skapan í fjøllunum tín sál
Er dalurin tín søga er framtíðin títt mál
Sum í mótburði og logn
Hetta landið fekk í ogn
At virka og at liva her í Føroyum

Tí vit eiga hesar oyggjar
Vit eiga hetta hav
Vit eiga eina framtíð nú í Føroyum

Tjóðveldi og loysingarætlanin er einasta sanna gongd at tryggja Føroyar fyri allar føroyingar -Saman kring landið alt!

Óluva Klettskarð