At hitta familjuna í Kolumbia var ótrúligt

16-01-2018 - 23:27 - Jóanis Albert Nielsen

KVF: Durita Ana Alejandra Granada, sum er ættleidd úr Kolumbia, var fyri stuttum og hitti sína biologisku familju á fyrsta sinni.

Tað eru trý ár síðani, at Durita Ana Alejandra Granada fór undir at leita eftir síni biologisku familju í Kolumbia.

Við góðari hjálp frá kvinnu í Kolumbia, sum Durita setti seg í samband við, eydnaðist at finna alla familjuna.

Tað vísti seg, at ikki færri enn fimm systrar, mamma og pápi grótu gleðistár av boðunum um systrina í Føroyum.

Fyrsta samrøðan var gjørd um Facetime, les meira og lurta her.