Astrid Lauritsen fekk Dronningens Fortjenestemedalje.

mentan19-10-2021 - 13:14 - Jóanis Nielsen

 Fríggjadagin 8. Oktobur var hátíðarløta á Vesturvón, Heiminum á Sýnini.

 

Hetta var í samband við, at Astrid Lauritsen hevði 46 ára starvsdag og fekk handað Dronningens Fortjenestemedalje.


Tað var ein so hugnalig løta, har Jóngerð M. Nielsen leiðari, Astrid sjálv og onnur hildu røðu.

 

Astrid byrjaði sum køkshjálp á Ellisheiminum í Vágum 13. august í 1975.

Hon hevur alla sína tíð og er enn sera álítandi, trúføst og arbeiðssom. Hon hevur í øll hesi ár bara havt fáar sjúkradagar. Hon møtir altíð til tíðina, helst 15 minuttir áðrenn hon skal møta, og er altíð klár at hjálpa.

Astrid hevur eitt heilt serligt lyndi, og ein smittandi látur. Hon smittar øll rundan um seg við látrinum, segði Jóngerð m.a. á hátíðarløtuni 8. oktober.