Astor vitjaði á Kollafirði fyrrapartin

Vinna06-08-2017 - 13:52 - Jóanis Albert Nielsen

Ferðamannaskipið Astor kom á Kollafjørð klokkan 06:30 í morgun, skipið er komi her til frá Íslandi. Tá ið Astor fór avstað av Kollafirði um middagseitið, verður kósin sett móti Bremen í Týsklandi.

Ferðamannaskipið Astor var tikið í sigling í 1987, og kostaði tað 65 mió $ at byggja. Skipið er bygd í Kiel í Týsklandi. 

Skipið er 176 metrar langt og 23 metrar breitt. Astor tekur 650 ferðafólk, og manningin telur 300.