Áseyðatal

vinna14-02-2018 - 17:03 - Jóanis Nielsen

Eyfinnn Magnussen skrivar:

Teir seinastu dagarnar hava vit hoyrt nóg um áseyðatalið í Føroyum. Summir siga, at tað er og høgt, aðrir hald ikki.

Fyri at kunna viðgera hetta evnið á ein skilagóðan hátt, er neyðugt at vita HVUSSU STÓRT áseyðatalið er kring landi. Men hetta grundfakta tekur ongin upp á tunguna.

Á fyrru myndini niðanfyri er eitt kort, sum Umhvørvisstovan hevur gjørt. Kortið vísir, hvussu stórt áseyðatalið er per kvadratmetur í hvørjum haga. Á kortinum sæst, at har minst er á eru:
- 9 ær per kvadratkilometur.
har mest er,eru:
- 172 ær per kvadratkilometur.

Áseyðatali er sostatt rættuliga ymiskt, og tí kunnu vit ikki tosa um áseyðatalið í Føroyum sum einnstáttaður massi, men mugu hyggja eftir hvørjum øki sær.

Hin myndi vísir áseyðatalið er per mørk í hvørjum haga. Tá er munurin ikki so stórur, men hann er framvegis har.

Fleiri upplýsningar finnast á heimsasíðuni hjá Umhvørvisstovuni, á leinkinum:
http://us.fo/Default.aspx?ID=13893