Asbjørn landar í Fuglafirði

vinna16-11-2019 - 11:21 - Jóanis Nielsen

 Asbjørn kom á Fuglafjørð í gjár við 1.100 tonsum av sild, sum teir landa til Pelagos í Fuglafirði.

Asbjørn hevur roynt í altjóða sjógvi norðanfyri.

Í morgun eru sildaskipini stødd norðanfyri 67N, har eru nøkur russisk, nøkur norsk og 4 føroysk skip - tey føroysku skipini eru - Norðborg, Norðingur og Fagraberg og so er Finnur Fríði áveg norðureftir.