Ársmøtið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini um vikuskiftið

Mentan11-04-2018 - 08:54 - Jóanis Albert Nielsen

Ársmøtið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini verður í Leguhúsinum í Nesvík um vikuskiftið 13.-14. apríl. Evnið í ár er ‘Guds náði og kærleikin til menniskjað’. Fríggjakvøldið verður eitt stórt felagsungdómsmøti, og leygardagin eru frágreiðingar um víðfevnda arbeiðið, pallborðsfundur, rundvísing á byggiplássinum og møti um kvøldið.

Ársmøtið er ein stórur dagur fyri rørsluna, sigur Símun P. Jacobsen, sum er formaður í Kirkjuligu Heimamissiónini.Hann vónar at síggja nógv folk á ársmøtinum og sigur, at tað er týdningarmikið, at vit kenna okkum sum ein rørsla, og at vit koma saman at viðgera mál og hyggja frameftir.

- Samanumtikið er gleðiboðskapurin Guds kraft til frelsu fyri hvønn tann, sum trýr á Jesus, og soleiðis er aðalmálið hjá Heimamissiónini áhaldandi at boða Kristus og at kalla folk inn í tænastu hansara, sigur Símun, sum í formansfrágreiðing síni seinnapartin leygardagin millum annað fer at nema við teir stóru aktuellu spurningarnar, sum eru frammi í samfelagnum í dag.

Útbyggingini liðug seinni í ár

Klokkan 17.30 leygardagin verður ein rundvísing á byggiplássinum, so folk fáa høvi at síggja, hvussu langt útbyggingin av Leguhúsinum er komin. Allir bygningarnir eru innilokaðir, og nú verður arbeitt inni í bygningunum, samstundis sum teir verða bjálvaðir og klæddir uttan.

Verandi hús hevur 15 kømur við tilsamans 132 seingjarplássum, og matsalurin hýsir bæði máltíðum og felagstiltøkum. Ætlaða útbyggingin fevnir um 12 hjúna/familjukømur, ljóst og opið felagsøki við vøkrum útsýni suður móti brúnni, umframt eina kombihøll á góðar 450 fermetrar. Høllin skal partvís nýtast til møtir, fyrilestrar, skeið, konsertir og aðrar samkomur, har 500 sitipláss vera. Harumframt skal hon nýtast til alskyns ítrótt og spæl. Knýtt at høllini eru skiftirúm við brúsum.

Guds náði og kærleikin til menniskjað

Ársmøtið byrjar longu fríggjakvøldið kl. 19.30 við einum stórum felagsungdómsmøti, har ung úr øllum landinum eru boðin við. Jógvan Højgaard, trúboðari, talar um evnið ‘Gud elskar teg’, Ari Samson syngur og aftaná verður drekkamunnur.

Á møtinum leygarkvøldið kl. 19.30 talar Torleif Johannesen, sjómanstrúboðari, um evnið, sum er yvirskriftin fyri ársmøtið: “Guds náði og kærleikin til menniskjað”.

- Hvat er tað týdningarmesta, vit vita um Gud? Jú, hann er heilagur, almáttugur, rættvísur og vit kunnu siga, at nógv av hesum undirstrikar alheimurin, sigur Torleif. Skaparverkið prógvar Guds mátt og eksistens. Og tí tosa nógv um, at vit kunnu møta Gudi í náttúruni, og tað er eisini rætt; men tað, sum náttúran sigur lítið og einki um, er tað týdningarmesta av øllum, og tað er, at Gud er kærleiki. Tí má evangeliið boðast tí einstaka menniskjanum, at Gud elskar tað einstaka menniskjað, hóast øll mannaættin vendi honum bakið.

Undir møtinum leygarkvøldið syngur Effatakórið av Strondum. Eisini verður lovsangsløta og fríur vitnisburður. Aftaná møtið verður drekkamunnur.

Pallborðsfundur og frágreiðingar um arbeiðið

Leygardagin fyrrapart verður pallborðsfundur um evnið: “Missiónsmøguleikar – heima og úti”. Við pallborðið sita Ovi Brim, Nes, og Marin Elisabeth Poulsen, Skála, sum hava hvør sítt upplegg. Aftaná verður orðaskifti.

Seinnapartin verða frágreiðingar frá fjølbroytta arbeiðinum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.

Skráin fyri ársmøtið sæst á heimasíðuni hjá Kirkjuligu Heimamissióniniwww.mission.fo.