Arnleyg framsýning á Listavegginum hjá Betri í Miðvági

Mentan06-04-2017 - 13:57 - Jóanis Albert Nielsen

Arnleyg Magnussen framsýning á Listavegginum hjá Betri í Miðvági í apríl.

Henda mánaðin er tað Arnleyg Magnussen í Sandavági, sum hevur framsýning av málningum á Listavegginum í Betri Banka í Miðvági.

Arnleyg hevur málað síðan uml. 2010. Hon hevur verið á skeið hjá Pól Skarðenni onkran vetur.