Nýggja nevndin í Vága Tjóðveldisfelag. Úr vinstru eru tað Jóan Petur Joensen, peningarøkil, Árni Jacobsen, formaður, og Ingolf S. Olsen, skrivari.

Árni formaður í Vága Tjóðveldisfelag

Politikkur17-04-2018 - 23:07 - Jóanis Albert Nielsen

Nýggja nevndin í Vága Tjóðveldisfelag hevur nú skipað seg, og tað er veteranurin Árni Jacobsen, fyrrverandi lærari úr Miðvági, sum hevur tikið við formanssessinum. Hann tekur við eftir Irenu Nysted, ið er flutt til Hvannasunds, og tí ikki tók við afturvali. Árni hevur verið virkin í Vága Tjóðveldisfelag í ein mansaldur og hevur fyrr verið formaður.

Jóan Petur Joensen, deildarleiðari í FK í Miðvági og búsitandi í Sandavági, er peningarøkil, og Ingolf S. Olsen, løgtingslimur úr Sørvági, er skrivari.

Vága Tjóðveldisfelag ætlar at seta ferð á virksemið aftur tíðliga í heyst við fleiri ymiskum tiltøkum, sum meira verður at frætta um seinni.