Arndal Haraldsen

mentan16-07-2019 - 10:45 - Jóanis Nielsen

Fólkakirkjan:

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Arndal eitur í veruleikanum, um tú hyggur í føðibrævið Harald Hjalmar Arndal Haraldsen og tað er bara tað seinasta navnið, sum verður brúkt. Hann ber navnið eftir nøkrum deyðum monnum, sum fórust við sluppini Neptun, sum rendi á Nólsoynna, tá ið teir krússaðu í Medlandsbuktini í Íslandi. Arndal er føddur 5. juli 1936.

-Eg verið 80 í summar og eri tann elsti kirkjutænarin í Miðvági í løtuni. Eg byrjaði á páskum í 1987. Men eg havi eisini ringt sum heilt ungur, eg havi verið við til at ringja jólini inn á Eiði. Mamma var ættað hagani. Teir ringdu leingi og skiftust.

-Eg var í mong ár einsamallur klokkari í Miðvágs kirkju. Tað er ikki bara ringing, ein klokkari fæst við. Her eru ljós, sum skulu skiftast og tendrast og síðan eru tað sálmanummrini. Eg haldi, at tað átti at verið uppfunnið eitt patent, soleiðis at tað var lættari at seta sálmanummrini í talvurnar.

-Gamla klokkan ringdi sum ein geit og tónin var sum eitt mjav. Hon hoyrdist onganveg í vindi. Vit hava fingið nýggja klokku, sum hoyrist munandi betri, men eg haldi ikki, at tað ganga fleiri fólk í kirkju, nú klokkan hoyrist betri. Vit kima ein tíma til høgtíðir, annars er mannagongdin tann sama, sum hon altíð hevur verið.

-Eg var í nógv ár í Grønlandi og róði út. Har møtti eg konuni, sum er grønlendsk. Hon er ein góð kona, men nú er tolið farið. Hon blívur bara ill, tá ið hon ikki orkar. Hon er 75 ár í dag. Hon er ættað úr Sukurtoppinum og tey vóru 12 systkin, nú er bara hon eftir.

-Konan eitur Susanne Rak Jessen. Vit hava fleiri ferðir vitjað aftur í Sukurtoppinum, men vit trívast eisini í Miðvági og her eru børnini, sigur hann.

Ardal hevur verið alt mulig maður. Hann hevur verið bilmekanikari, arbeitt í Mjørkadali sum arbeiðsmaður, verið á skipasmiðjuni í Havn og Ivan Johannesen vildi hava hann til Havnar at arbeiða á bilverkstaðnum, men tað vildi hann ikki. Hann býr í húsunum, sum foreldrini bygdu í 1934.

-Mær dámdi øgiliga væl at rógva út í Grønlandi, hetta er ein ljós tíð fyri meg. Eg royndi meg eisini á skipsdekki, var við trolaranum Jógvan Elias Thomsen, men tað var ikki so lokkandi, at eg burtur av fór til skips.

Uppdatering 17. juli 2019 - Ovast í greinini verður sagt at Neptun rendi á Nólsoynna - Ein lesari okkara í Vestmanna ger vart við, at eingin - hvørki av Neptun ella Nólsoynni - kom aftur á lívi, tí er ringt at siga hvat er hent.