Árligi skulkidagurin hjá studentunum byrjaði í SÍF-húsinum

mentan16-05-2018 - 11:43 - Jóanis Nielsen

 Árligi skulkidagurin hjá 3.-árs studentunum byrjaði í Sandavági í gjárkvøldið, studentaskúlanæmingarnir hildu til í SÍF-húsinum og heima hjá næmingum í Sandavági, sum hoyra til studentaskúlahópin. Tey hugnaðu sær alla nátt við buldur og brak.

Tíðliga í morgun fóru tey til Havnar við bussum.

Myndirnar hevur Sunneva Thomassen tikið.