Árligu framsýningarnar hjá Havnar Fimleikafelag

ítróttur12-03-2018 - 12:00 - Jóanis Albert Nielsen

Komandi vikuskifti fara okkurt um 1200 fimleikarar hjá Havnar Fimleikafelag at vísa hvat teir hava vant í vetur, tá felagið skipar fyri trimum fimleikaframsýningum í høllini á Hálsi.

Havnar Fimleikafelag endar komandi vikuskifti eitt væleydnað fimleikaár. Fimleikarárið verður rundað av við forvitnisligum framsýningum, har flestu íðkandi limirnir í felagnum, fara at vísa hvat teir hava vant í vetur.

Av tí at talan er um so nógv lið, er neyðugt at skipa fyri ikki færri enn trimum framsýningum. Tær tríggjar verða leygardagin 17. mars í høllini á Hálsi. Framsýningarnar verða skipaðar soleiðis, at íðkarnir verða býttir upp eftir aldri.

Leygardagin 17. mars klokkan 10, eru tað børn undir skúlaaldur, sum sýna fram, klokkan 13.30 eru tað børn úr 1. til 5. flokk, sum fara á gólvið. Seinasta sýningin leygardagin verður klokkan 17, og tá eru tað ung úr 6. flokki og eldri, ið fara at royna seg.

Allar tríggjar framsýningarnar verða ein og sama dag í høllini á Hálsi.

Meiri er at lesa um felagið og framsýningarnar á www.hf.fo