Árligu framsýningarnar hjá Havnar Fimleikafelag

ítróttur08-03-2017 - 19:10 - Jóanis Nielsen

Komandi vikuskifti fara okkurt um 1200 fimleikarar hjá Havnar Fimleikafelag at vísa hvat teir hava vant í vetur, tá felagið skipar fyri fimm fimleikaframsýningum í FIMI og í høllini á Hálsi.

Havnar Fimleikafelag endar komandi vikuskifti eitt væleydnað fimleikaár. Fimleikarárið verður rundað av við forvitnisligum framsýningum, har flestu íðkandi limirnir í felagnum, fara at vísa hvat teir hava vant í vetur.

Av tí at talan er um so nógv lið, er neyðugt at skipa fyri ikki færri enn fimm framsýningum. Tríggjar av hesum verða leygardagin 11. mars í høllini á Hálsi, og sunnudagin 12. mars verða tvær framsýningar í FIMI. Framsýningarnar verða skipaðar soleiðis, at íðkarnir verða býttir upp eftir aldri.

Leygardagin 11. mars klokkan 10, eru tað børn undir skúlaaldur, sum sýna fram í høllini á Hálsi, klokkan 13.30 eru tað børn úr 1. til 4. flokk, sum fara á gólvið. Seinasta sýningin leygardagin verður klokkan 17, og tá eru tað ung úr 5. flokki og eldri, ið fara at royna seg.

Sunnudagin 12. mars verða tvær amboðsframsýningar í FIMI. Fyrra framsýningin klokkan 13 er við íðkarum úr 1. flokki til og við 4. flokki, og framsýningin klokkan 17 er við íðkarum úr 5. flokki og eldri.

Meiri er at lesa um felagið og framsýningarnar áwww.hf.fo