Savnsmynd.

Árligi kórfestivalurin verður fyrst í mai

mentan05-04-2018 - 16:47 - Jóanis Nielsen

Eins og undanfarnu árini verður aftur í ár skipað fyri árligum kórfestivali – Kórfestivalurin 2018 – sum verður hildin í Norðurlandahúsinum leygardagin 5. mai. Øll kór- og sangáhugaði, ung sum eldri, eru væl komin at tekna seg til luttøku í felagskórinum.


Talan er um fjórða kórfestivalin á rað, sum hevur avloyst siðbundnu kórstevnunar, ið hava verið hildnar í meira enn fimti ár, síðani 1967. Hetta nýggjara kórtiltakið verður hildið ein og sama dag, tí tá hava fleiri møguleika fyri at luttaka.

Eins og við kórstevnunum er endamálið við kórfestivalinum at fremja og menna føroyskan kórsang.

Í ár verður tað danski kórleiðarin, Alice Granum, sum fer at venja stóra felagskórið. Fleiri kórleiðarar kenna Alice frá teimum kórleiðaraskeiðum, sum Kórsambandið hevur skipað fyri seinastu tíðina.

Eins og undanfarin ár verður konsertin skipað sum ein kapping millum kórini. Í ár verður kappingin broytt soleiðis, at kappast verður ikki innan fleiri flokkar ella kategoiir. Fyri bestu framførslunar verða handaðar 1. 2. og 3. viðursløn, og dómarnir gera sjálvir av, hvat teir leggja dent á. Eisini fáa áhoyrarnir høvi at atkvøða fyri bestu framførsluni.

Kórfestivalurin 2018 byrjar leygardagin 5. mai klokkan 09.30 í Norðurlandahúsinum, tá vant verður til felagskórið. Tó er ein undanvenjing til felagskórið kvøldið fyri, sum er fríggjakvøldið 4. mai frá klokkan 18-21, somuleiðis í Norðurlandahúsinum.

Sjálv konsertin byrjar klokkan 16 leygardagin 5. mai í stóra salinum í Norðurlandahúsinum, har fyrst einstøku kórini fara at framføra, og síðani felagskórið.

Tilmelding til Kórfestivalin fer einans fram á hesi leinkju:
http://tilmelding.fo/registration_step1.php?e=dedd5e7d1b2cad4ab5952d6df1de22d7
Gjaldið til felagskórið fyri hvønn einstakan luttakara er 200 krónur, meðan veitslan um kvøldið kostar 300 krónur fyri hvønn.