Árliga FK-cup fyri eldri deildir

ítróttur01-11-2019 - 12:04 - Jóanis Nielsen

Leygardagin verður flogbóltsárið hjá teim vaksnu servað ígongd, tá liðini kappast í Stórhøllini á Hálsi í Havn.

25 lið eru meldaði til FK-cup, sum Fleyr skipar fyri.

Byrjað verður kl. 9, tá liðini í meistaradeildunum hjá kvinnum og monnum og 1. deild kvinnur spæla. Kl. 14 spæla 1. deild menn og motiónslið spæla kl. 15.

Kappingin er eitt gott høvið hjá venjarum at styrkismeta sítt egna lið og mótstøðuliðini, og gevur eisini góða dystarvenjing, nú landskappingin byrjar í komandi viku.

Harumframt er eisini altíð gott hjá flogbóltsleikarum kring Føroyar at samlast um flogbóltinum og eitt gott prát.

Føroya Keypsamtøka stuðlar kappingini. Vinnaraliðini og nr. 2 fáa eina t-troyggju.