Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum verður um vikuskiftið

mentan13-09-2017 - 15:11 - Jóanis Nielsen

Árliga fiskikappingin í Norðoyggjum sum Skúlaskipið Dragin skipar fyri, verður nú leygardagin 16. September.


Mynstring til kappingina fer fram umborð á Draganum kl. 7.30. Bátarnir vera aftur at landi kl. 17.

Uppboðssøla verður við Varpabrúnna frá kl. 17.30 til 18.30, har høvið verður at keypa sær eitt kók av feskum fiski.