Ári longst til høgru.

Ári spælir í Norra tvey tey komandi kappingarárini

ítróttur08-01-2018 - 23:00 - Jóanis Albert Nielsen

Í dag kunngjørdi Sandnes Ulf, sum spælir í næstbestu deildini í Norra, at teir hava skrivað sáttmála við Ára Mohr Jonsson. Ári er 23 ára gamal, og spælir á vinstrabakki.

Ári var og royndarvandi við Sandnes í heyst, og á heimasíðuni hjá Sandnes verður skrivað - Her gjorde Ari er godt inntrykk hvor han imponerte oss. Derfor er vi glad for at vi nå har fått signert under en avtale med ham, sier daglig leder Tom Rune Espedal.