Myndina hevur Jón Rasmussen skipari umborð á Norðborg tikið i dag.

Arctic Voyager skal landa í Íslandi

Vinna04-06-2020 - 17:40 - Jóanis Albert Nielsen

Um 14 tíðina í dag setti Arctic Voyager kós móti Fáskrúðfirði í Íslandi har teir skulu landa svartkjaft. Arctic Voyager verður á Fáskrúðfirði á middegi í morgin.

Arctic Voyager hevur henda túrin fiskað 1.900 tons av svartkjafti.