Arctic Voyager skal landa svartkjaft í Fuglafirði

Vinna15-11-2018 - 19:57 - Jóanis Albert Nielsen
Arctic Voyager kemur um ein góðan hálvan tíma á Fuglafjørð har skipið skal landa svartkjaft. Arctic Voyager hevur henda túrin roynt eystur av Fugloyarbankanum. 

Arctic Voyager hevur  1.300 tons av svartkjafti, sum teir landa til Havsbrún í Fuglafirði.

Teir ætla at fara nýggjan túr í morgin.

Íslendsk, grønlendsk, polsk og hollendsk skip royna eisini eystur av Fugloyarbankanum, eisini er Næraberg har.

Tvey Íslendsk skip sigla til Íslands við fullari last av svartkjafti.