Arctic Voyager siglir heim av svartkjaftafeltinum

vinna25-03-2019 - 10:45 - Jóanis Nielsen

 Arctic Voyager, sum hevur roynt eftir svartkjafti vestur úr Írlandi, fór í gjárkvøldi at sigla til Føroyar, teir verða helst á Fuglafirði týskvøldið, men nær teir sleppa framat at landa vita vit ikki - nógv skip bíða eftir landingartørni hjá Havsbrún.

Í góðum líkindum tekur tað umleið 2 døgn at sigla til Føroyar av svartkjjaftafeltinum, har skipini royna í løtuni.