Arctic Voyager landaði í gjár

Vinna13-06-2018 - 22:22 - Jóanis Albert Nielsen

Í gjár kom Arctic Voyager á Fuglafjørð við 380 tonsum av svartkjafi, sum bleiv landaður til Havsbrún.

Mánadagin skulu menn frá Mest umborð at gera viðlíkahaldsarbeiði umborð á skipinum, so væntandi fer Arctic Voyager aftur til fiskiskap seint í næstu viku.