Arctic Voyager kom á Vestmanna tíðliga í kvøld

vinna13-10-2018 - 21:54 - Jóanis Nielsen

 Arctic Voyager kom á Vestmanna um 6-tíðina í kvøld við 850 tonsum av sild, sum teir hava fiskað norðanfyri á umleið 65N og 5V.

Teir skulu landa umleið 250 tons í Vestmanna, so fara teir á Fuglafjørð, har 250 tons verður pumpað í tangabilar, til virkið í Hvalba, so verða 350 tons landað til Pelagos í Fuglafirði.