Arctic Voyager kom á Fuglafjørð í morgun

Vinna20-04-2019 - 17:50 - Jóanis Albert Nielsen

Um 8 tíðina í morgun kom Arctic Voyager á Fuglafjørð, har teir skulu landa svartkjaft til Havsbrún.

Arctic Voyager hevur henda túrin roynt sunnast í føroyskum sjógvi, og fingu teir 1.700 tons av svartkjafti. 

Arctic Voyager sleppir framat at landa á midnátt.