Arctic Voyager kemur á Vestmanna í morgin

Vinna04-10-2019 - 23:58 - Jóanis Albert Nielsen
Arctic Voyager kemur á Vestmanna beint eftir middag í morgin. Arctic Voyager hevur verið á sildaveiðu í íslendskum sjógvi.

Arctic Voyager hevur henda túrin fingið 1200 tons av sild, støddin liggur um 380 gramm. Arctic Voyager skal landa til Vestmanna Seafood í morgin, og verður eisini nakað koyrt til virkið í Hvalba. Síðani skal restin landast til Pelagos í Fuglafirði sunnukvøldið.