Arctic Voyager kemur á Fuglafjørð í nátt

vinna16-01-2021 - 18:17 - Jóanis Nielsen

 Arctic Voyager, sum hevur fiskað svartkjaft sunnanfyri, siglir inn, teir verða á Fuglafirði tíðliga í nátt.

Arctic Voyager hevur 600 tons, sum teir skulu landa til Pelagos í Fuglafirði.

Tað eru nógv íslendsk og russisk skip í føroyskum sjógvi sunnanfyri, umframt tey føroysku - eini 5 íslendsk skip eru áveg til Íslands at landa svartkjaft.