Arctic Voyager kemur á Fuglafjørð í kvøld

vinna08-02-2019 - 16:51 - Jóanis Nielsen

 Arctic Voyager, sum hevur roynt eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi, kemur á Fuglafjørð seint í kvøld við 700 tonsum, sum teir skulu landa til Havsbrún, teir sleppa at landa beinanvegin teir koma inn.

Fiskiskapurin í føroyskum sjógvi hevur verið vánaligur teir seinastu dagarnar, Norðborg, sum eisini hevur roynt í føroyskum sjógvi er eisini givin. Teir hava bunkrað í Fuglafirði í dag, og eru nú áveg í Ánirnar at landa góð 300 tons av heilfrystum svartkjafti. Norðborg fer nýggjan túr fyrrapartin í morgin, tá verður farið í ES-sjógv, sigur skiparin Jóhan Isaksen við JN.fo í kvøld.