Arctic Voyager hevur landað sild í Vestmanna og Fuglafirði

vinna10-10-2018 - 23:24 - Jóanis Nielsen

 Arctic Voyager kom á Vestmanna í gjárkvøldið við 600 tonsum av sild. Teir landaðu knapt helmingin í Vestmanna í nátt og restina til Pelagos í Fuglafirði í dag.

Tað er góð sild teir komu við, vektin lá um 420 gramm í meðal.

Arctic Voyager hevur roynt í útnyðringshorninum í føroyskum sjógvi, har bæði íslendsk og føroysk skip royna.