Arctic Viking stoltleiki kollfirðinga

vinna09-01-2019 - 13:17 - Jóanis Nielsen

Nú trettanda dag eftir jóla, kom rækjutrolarin hjá kollfirðingum Arctic viking á Havnina, har hann skal fáa nýggjan høvuðsmotor, eisini skulu hjálpimotorarnir skiftast. Tað er skipasmiðjan Mest, sum hevur fingið litið upp í hendi, at gera hetta arbeiðið, sum er rættuliga umfevnandi, arbeiðið sum kemur at taka einar tríggjar mánaðir.

Tann 13. Juli 1986 kom Arctic Viking á fyrsta sinni flaggskrýddur á Kollafjørð, eftir at 23 ár vóru liðin síðan kollirðingar fingu sín seinasta nýbygning.

Tað vóru seks ungir kollfirðingar, Bjarni Petersen skipsf. Niklái Petersen skipsf. Jóhan Joensen skipsf. Anfinn Dam maskinmeistari Marius Johannesen maskinm. Svanberg Petersen verksmiðjuformaður og Eivind Thomsen trolkønur, sum tóku stig til at stovna P/F Líðin, sum hevði til endamáls at reka fiskivinnu við serligum atliti til rækjufiskiskap. Í 1984 bleiv sáttmálið undirskrivaður við norska skipasmiðju, um at byggja ein trolara til rækjufiskiskap á fjarleiðum

Ikki kann sigast annað, at hetta vóru menn, sum eg haldi vóru sera væl ílætnir til hesa stóru avbjóðing. Fleiri av eigararnum høvdu drúgvar royndir umborð á rækjuskipum, bæði á brúgv, maskinrúmi, og á troldekki.

Tey fyrstu mongu árini, var meginparturin av manningin úr Kollafirði. Tað var, sum um hevði tú ein ávísan status sum borgari, um tú var ein partur av manningini.

Tað kom serliga til sjóndar hvørja fer Arctic Viking fór nýggjan túr. At síggja ta stóru bilarøðina sum fylgdi skipinum, sum spakuliga sigldi út eftir fjørðinum, bilarnir floytaðu og fólk vinkaðu út ígjøgnum rútarnar, eisini stóðu fólk úti á svalum og í túnum og vinkaðu farvæl. Skipið sigldi altíð út ímóti Kjalnestanga, og bleiv kósin so sett eystureftir, og eftir hálvan tíma hvarv skipið handan Eystnes. Eitt sum serliga hevur fest seg í minnið, var tá mamma, sum átti ein son umborð, stó á trappuni og vinkaði og tá skipið floytaði tey sermerktu trý floytini, ja tá sóust tár renna á kinn, sjálvur gjørdist eg ikki sørt rørdur. Hesi trý sermerktu floytuni søgdu ikki bert farvæl til bygdafólkið, men eisini eini boð um at um ikki so langa tíð, so síggjast vit aftur Mong bøn er ivaleyst farin upp til várharra um at fylgja manning og skipið og føra teir heim í øllum góðum, vit hoyra jú hvønn sunnudag í kirkjum kring landið, har prestur ella degnur biður fyri okkara sjófólkið. Tá Arctic Viking so var farin nýggjan túr, ja so kendist ein ávísur tómleiki í bygdini, ja eitt satt vakum, men tá Arctic Viking sást koma undan Eystnesi fullfermdur av rækjum, ja tá kom lív aftur í bygdina, langar bilarøðir heilsaðu skipinum vælafturkomnum, ja meginparturin av bygdarfólkinum luttók í teirri gleði um at skipið, sum eftir at hava fiskað á fjarskotnum leiðum, aftur legði at bryggju í heimbygdini

Fyrstu mongu árini gekk væl, manningarhýrurnar vóru kanska av teimum allarbestu, tað merktist væl í bygdini, menn sum høvdu stovna familju, bygdu sær hús, kundu seta føtur undir egið borð, eg kann minnast at fleiri hús blivu bygd seinast í áttatiárinum og nakað inn í nítiárini, ja ikki kann sigast annað, at Arctic Viking hevði eina serliga jaliga ávirkan á bygdina, tá hugsað verður um tað økta virksemi og eisini bygdalívið sum heild.

Seinast í nítiárinum fall prísurin á rækjum samstundis sum oljuprísurin hækkaði. Hendan tíðin frá seinast í nítiárinum og fram til umleið 2009 var ein serliga fíggjarliga trongstøða fyri P/F Líðina, kanska høvdu eigarnir mangan eina kenslu av, at teirra lívsverk var í støðugum vanda fyri at fara á húsagang, men tíbetur reið felagið tann fíggjarliga stormin av sær, tað haldi eg skyldast tað áhaldni, dirvi,treiskni og tað proffessionella arbeiði, sum hevur sermerkt hesar menn ígjøgnum hesi mongu árini.

Nú kunnu vit øll gleðast um at nú grør um gangandi fót, eg sitið við einari kenslu av, at vit kollfirðingar kanska um nøkur ár, aftur kunna heilsa einum nýggjum flaggskrýddum Arctic Viking vælkomnum til bíggjar, livst so spyrst.

Arctic Viking er einasta rækjuskip, sum er eftir av tí sokallaða skipapakkanum frá áttatiárunum. Ikki kann annað sigast, at hesir menn hava víst eitt serligt hegni, tá tað kemur til skiparakstur, eg persónliga haldi, at samansetingin av eigararnum hevur viðvirkað til eitt so framúrskarandi úrslit, hetta eiga vit sum kollfirðingar at vera stoltir av.

Við rækjukvøðu

Finnbogi