Arctic Viking landar í Norra

vinna11-03-2018 - 17:11 - Jóanis Nielsen

 Arctic Viking siglir inn at landa, teir hava góð 460 tons av rækjum, sum teir skulu landa í Norður-Norra, teir byrjaðu túrin 1. januar.

Bjarni Petersen skipari sigur í skrivi niðanfyri frá truplu støðunu, sum er at fiska rækjur, les skrivið her niðanfyri.

Hey Langur og strævin túrur, men vit fingu til endans fulla last, ca 464 ts. Vit byrjaðu 1.jan, byrjaðu við Svalbard, men har var onki at fáa, bestu vetrarleiðirnar eru stongdar vegna íblanding av smáum kongafiski. Rækjuleiðir verða stongdar um meir enn 0,001% av fiskayngli er í (99% er tað kongafiskayngul sum er í) og tað sigur seg sjálvt at ringt er at fiska so reint hóast vit hava rist í trolinum so onki sum er tjúkri enn 19 mm sleppur í posan. Vanligt verður fiskileið stongd arðastaðni at um eini 20% av smáfiski er í, men av eini løgnari orsøk er greinsan hjá okkum ca 10.000 ferð strangar i ??????????????? Fiskifrøðingar hava rokna út at 3 stk yngul (ca 8 gramm tilsamans) pr 10 kg rækjur er greinsan, tí hesi 3 stk yngul verða = fleiri túsind tons av fiskið um 6 ár. Men tað syrgiliga er at teir hava ´´gloymt´´ at rokna natúrligu deyðiligiheitina og gloymt at størri yngul etur smærri yngul . Aftrat hesum er hesin kongafiskur eitt slag sum eitur snabeluer´´ ið er eitt serligt slag av kongafiski sum ikki blívur stórt max 40 cm , men tað hava frøðingarnir eisini ´´gloymt´´ Vit fóru so fyrst í Feb í Russiskan sjógv, men har sluppu vit ikki har rækjurnar eru tí Russar skuldu skriva leisensi út , hetta skuldi verða klárt ´´next week´´ í 2 mánaðar ??????. 3 døgn eru at sigla inn eisini tí vit mugu Russiska tjekkpunkti at kannast, hetta hóast vit hava Russiskan observara við sum burdi verið garantur fyri at alt er í lagið, men nei lort heldur. Nei so ikki nemt at verða rækjufiskari tá byrokratanir fáa avgjerðarættin. Ímóti byrekratinum berjast sjálvt Gudanir til fánítis vildi eg sagt, og har eru vit væl á veg i Føroyum eisini Bjarni Petersen