Gott veður og mánalýsi í Kårvika - Mynd: Bjarni Petersen.

Arctic Viking landar í Norður-Norra

vinna12-12-2019 - 15:45 - Jóanis Nielsen

 Rækjutrolarin Arctic Viking landar í Kårvika í Norður-Norra, teir hava umleið 460 tons av rækjum.

Arctic Viking byrjaði fiskiskap 15. oktober, teir hava roynt í Isafjørðinum, sum er á vestursíðuni av Svalbard.

Bjarni Petersen skipari sigur, at skipið kemur heim nú, fiskiskapurin er sera vánaligur, Bjarni sigur - als ongar rækjur eru í Barenshavinum nú myrkt er alt døgnið, so tað er einki endamál at fiska rækjur nú - so vit koma heim til jóla, teir verða heima 15. ella 16. desember.

Tað eru 17 mans við Arctic Viking.