Arctic Viking kemur á Føroyar at skifta manning

vinna03-04-2020 - 09:23 - Jóanis Nielsen

 Rækjutrolarin Arctic Viking hevur gjørt tveir góðar túrar við Eystur-Grønland í ár, teir hava fiskað 950 tons av rækjum.

Fyrr í vikuni komu teir av seinna túrinum, teir landaðu veiðuna á Hafnafirði í Íslandi. Síðan settu teir kós heim til Føroyar, tí teir skulu skifta manning, og tá ið eingin flúgving er til Íslands, so var einki annað at gera, enn at koma heim, teir verða á Havnini seinnapartin í dag.

Teir fara nú á rækjuveiðu í Barentshavinum.

Les eisini HER.