
Arctic Viking hevur landað í Íslandi
vinna13-01-2021 - 10:28 - Jóanis Nielsen
Kollfjarðatrolarin Arctic Viking hevur landað góð 200 tons av rækjum í Hafnafirði í Íslandi, sum teir fiskaðu við Eystur-Grønland.
Í gjárkvøldið loystu teir aftur og settu kós móti Flemmich Cap, har teir fara at fiska svartkalva.
Skiparin - Niklái Petersen - sigur, at hann roknar við, at teir verða á fiskileið sunnukvøldið.